Jens Christian Djurhuus: Ormurin Langi
GLI EXTRA DELLE CCG / AWS EXTRAS / LES EXTRAS DES CCGOriginal | Versione italiana integrale di Riccardo Venturi |
JENS CHRISTIAN DJURHUUS: ORMURIN LANGI Viljið tær hoyra kvæði mítt, viljið tær orðum trugva, um hann Ólav Trygvason, og hagar skal ríman snúgva. Glymur dansur í høll, dans sláið í ring: Glaðir ríða Noregsmenn til Hildarting. Kongurinn letur snekkju smíða har á sløttum sandi; Ormurinn Langi størstur var, sum gjørdist á Noregis landi. Knørrur var bygdur á Noregis landi, gott var í honum evni: átjan alin og fjøruti var kjølurinn millum stevna. Gyltir vóru báðir stavnar, borðini vóru blá; gyltan skjøld í toppi hevði, sum søgur ganga frá. Kongurinn situr á hásæti, talar við sínar dreingir: "Vit skulu sigla tann salta sjógv, tað havi eg hugsa leingi." "Berið nú fram tey herklæðir við brynjum og blonkum brandi, síðani leggið frá landi út, og siglið frá Noregis landi." Fróir og glaðir sveinar mæltu: "Harri, vit skulu tær fylgja; umenn tú fert í frið ella stríð, vit óttast ei bratta bylgju." Har kom maður á bergið oman við sterkum boga í hendi: "Jarlurinn av Ringaríki hann meg higar sendi." Kongurinn so til orða tekur bæði við gleði og gamni: "Sig mær satt, tú ungi maður, hvat ert tú nevndur á navni?" "Einar skalt tú nevna meg; væl kann boga spenna, "Tambar" heitur mín menskur bogi, ørvar drívur at renna." "Hoyr tú tað, tú ungi maður, vilt tú við mær fara, tú skalt vera mín ørvar-garpur Orminn at forsvara." Ganga teir til strandar oman, ríkir menn og reystir, lunnar brustu og jørðin skalv: teir drógu knørr úr neysti. Vundu upp síni silkisegl, út í havið ganga; so er sagt, at kongurinn hann stýrdi Orminum langa. Hetta frættist víða um land, at Noregis menn teir sigldu; Danimarks kongur og Svøríkis kongur ráðini saman hildu. Danimark kongur og Svøríkis kongur ganga saman í ráð, hvussu teir skuldu Noregis kong skjótt av døgum fá. Senda boð til Eirik Jarl, - vænur er borin til evna. "Hann skal fylgja í ferðini við, sín faðirs deyð at hevna." Eirikur gongur for kongar inn við brynju og reyðum skjoldi; "Ólavur kongur av Noregi mín faðirs deyða voldi." Jarlurinn stendur á hallargólvi, blankt bar spjót í hendi; "Ólavur kongur síggja skal, eg hvast mót hvøssum vendi." Ganga teir til strandar oman, - fagurt var tað lið - Danimarks kongur og Svøríkis kongur, og Eirikur jarl tann triði. Trýggir gingu skipaflotar út av Oyrasundi; Jarnbardur í odda sigldi, jarlurinn stýra kundi. Danimark kongur til orða tekur, letur so orðini greiða: "Hann, ið Orminn langa tekur, skal hann við ognum eiga." Eirikur hugsar við sjálvum sær: "Tó at tú manst tað royna, tú vinnur ikki Ormin langa við danskari makt aleina." Mælti tað Svøríkis kongurinn, hann helt á brýndum knívi: "Eg skal Ormin langa taka, ella lata lívið." Eirikur stendur á breiðum bunka, klæddur í skarlak reyða: "Tú tekur ikki Orminn langa, fyrr síggi eg tín deyða." Eirikur talar til sínar menn: "Kempum munu tit møta; stanðið væl og manniliga, tí blóðug verður gøta." Noregis menn á kongins knørri kunna væl beita knívi; gangið væl fram í hørðum stríði, ella vit lata lívið." Eirikur talar til Finn hin lítla: "Tú skalt hjá mær standa; tú skalt verja sjálvan meg, umenn eg komi í vanda." Løgdu teir á sundið út; bíðaðu teir har leingi; longdust eftir norskum knørrum, at berjast mót Noregis kongi. Løgdu teir skip við oynni inn, ætlaðu sær at vinna; hildu vakt bæði nátt og dag, Normenn vildu teir finna. Nú skal lætta ljóði av, eg kvøði ei longur á sinni; nú skal taka upp annan tátt; dreingir, leggið í minni! (*) Ólavur siglir í Eysturhavi, ætlar heim at fara; tá ið hann kom í Oyrasund, hann sær ein skipa-skara. Høvdingar tríggir á landi standa, hyggja út so víða, sunnan síggja teir knørrinn prúða eftir havi skríða. Danimarks kongur til orða tekur: "Alt mær væl skal ganga; Krist signi míni eygu tvá, nú síggi eg Orminn langa." Eirikur stóð har skamt ífrá, talar til sínar menn: "Kongurinn av Danimark hann sær ikki Orminn enn." Har kom fram ein størri knørrur, dreingir undraðust á; Svøríkis kongur til jarlin talar: "Nú man eg Orminn sjá." "Leggið nú skip frá landi út, árar í hendur taka; latið ei Ólav sleppa so; fáan hann heldur sín maka." Eirikur hyggur í havið út, talar til sínar menn: "Tað svørji eg við sannan Gud, teir síggja ei Orminn enn." Danimarks kongur og Svøríkis kongur halda á skefti reyða: "Eirikur jarlur ræddur er at hevna sín faðirs deyða." Vreiður var tá jarlurinn, hann mælir av illum sinni: "Annað skal eg enn orðabrask Noregis menn at vinna." Eirikur stendur á grønum vølli, tekur nú til at ganga; "Verið nú snarir á skipa-bunka, nú síggi eg Orminn langa." Allir sóu tá Orminn koma, allir undrast á hann, av silki vóru seglini úr stevnið í gulli rann. Løgdu teir seg í veginn fram bæði við svørðum og spjóti, Normenn sóu á Orminum, teir ivast at halda ímóti. Ólavur talar til sínar menn: "Dýrt skulu teir meg keypa, ongan tíð tá ræddist eg stríð, í dag skal eg ikki leypa." "Leggið nú skip í stríðið fram, segl á bunka strúka, tað skal síggjast, at Noregis menn teir kunna væl svørðini brúka." Úlvur reyði í stavni stendur; gott var í honum evni: "Leggið ei Orminn longri fram, enn hann hevur longri stevni." Kongurinn stendur í lyfting aftur; í skarlak var hann klæddur. "Nú síggi eg, mín stavna-maður er bæði reyður og ræddur." "Kongur,tú sást meg aldri so ræddan, eg tordi væl á at herja, goym tú lyfting so væl í dag, sum eg skal stavnin verja." Vreiður var tá kongurinn; Úlvur til orða tekur: "Blíðka teg aftur, harri mín, tí vreiði upp angur vekur." Ólavur stendur á bunkanum, talar til sínar menn: "Hvør eigir hesi nógvu skip? Eg kenni tey ikki enn." Svaraði Torkil, kongsins bróðir, mælir av tungum inna: "Danimarks kongur og Svøríkis kongur vilja tín deyða vinna." "Ræddir eru danskir menn mót Normonnum at ganga; betri var teimum heima at sitið tann fuglaflokk at fanga." "Betur kunna svenskir menn teir offurbollar strúka, enn nærkast okkum so, at blóðugt svørð skal rúka." Ólavur gekk í lyfting upp, ræður hann upp at hyggja: "Hvør eigir hesi stóru skip, við Ormsins bakborð liggja?" Svaraði Herningur, kongsins svágur, letur so orðini falla: "Tey eigir Eirikur Hákunsson, hann ber ein yvir allar." Tí svaraði Ólavur kongur, frá man frættast víða: "Skarpur verður Hildar leikur, tá Normenn mót norskum stríða." Svøríkis kongur mót Ólavi legði eina morgun-tíð, tað var sum í bál at líta, skeiðir dundu í. Høgdu og stungu Noregis menn bæði við svørði og spjóti; títt so fullu teir svensku menn, sum grasið fýkur av gróti. Svøríkis kongur rópar hátt, biður teir undan flýggja: "Eg havi mist mítt mesta fólk, tað voldi mær sorg at síggja." Danimarks kongur troðkaði fram, ætlaði sær at vinna, Normenn tóku mót honum fast, teir donsku menn at tynna. Roykur stóð til skýggja upp, reytt var sund at síggja, so var sagt, at danskir menn teir máttu undan flýggja. Eirikur leggur mót "Ormi" fram við bjørtum brandi í hendi: "Ikki skal Ólavur rósa av, at eg snart frá honum vendi." Løgdu teir knørr við knarrar-borð, hvørgin vildi flýggja; høvur og kroppar í havið tumla, øðiligt var at síggja. Einar stendur í kappa-rúmi við Tambar-boga, teir kalla; hvørja ferð pílur av boga dreiv, tá mátti ein maður falla. Einar spenti Tambar-boga; pílurinn steingin strongdi; pílur fleyg yvir jarlsins høvur, róður-knappin sprongdi Einar spenti á øðrum sinni, ætlaði jarl at fella; pílur fleyg millum arm og síðu; einki var jarli at bella. Eirikur talar til Finn hin lítla: "Eg skal spyrja teg nakað; hvør er hann, við skørpum skotum ætlaði meg at raka?" Til tað svaraði Finnur hin lítli - blóðugar vóru hendur -: "Tað er hasin stóri maður, í krappa-rúmi stendur." Jarlurinn mælir á øðrum sinni: "Tað vil eg tær ráða; skjót tú handa stóra mann; nú stendur mítt lív í váða." "Manninum kann eg einki gera, tí hann er ikki feigur; boga-streingin stilli eg á, tí maðurinn eydnu eigir." Einar spenti triðja sinni, ætlaði jarl at raka; tá brast strongur av stáli stinna; í boganum tók at braka. Allir hoyrdu streinginn springa; kongurinn seg forundrar: "Hvat er tað í mínum skipi, so ógviliga dundrar?" Svaraði Einar Tambarskelvir - kastar boga sín -: "Nú brast Noregi úr tínum hondum, kongurinn, harri mín." "Í Harrans hond mítt ríki stendur og ikki í Tambar-boga; tak tær ein av mínum bogum, vita, hvat teir duga." "Veikir eru kongsins bogar." Einar ræður at svara; "eg skal taka upp skjøld og svørð; høgg skal eg ikki spara." Enn stóð fólk í báðum stavnum, man eg rætt um minnast; syrgiligt var á miðjum skipi, har tók fólk at tynnast. Eirikur sprakk á Orminn upp, væl bar brand í hendi, Herningur leyp úr lyfting niður, aftur ímót honum vendi. Bardust teir á miðjum skipi, vil eg frá tí greiða; øvugur mátti jarlurinn leypa aftur á Jarnbrad breiða. Jarlurinn valdi sær reystar garpar; fáir finnast slíkir, snarliga aftur á Ormin sprakk, tá mátti Herningur víkja. Úlvur reyði úr stavni leypur, nú er stavnur eyður, so fleyt blóð á Orminum, at knørrur sýndist reyður. Hart stóð stríð á miðjum skipi; svørð mót skjøldum gella, Úlvur og Einar, frægar kempur, Eiriks garpar fella. Eirikur var á øðrum sinni aftur á bunkan rikin; tá sá hann, at stavnurinn á Orminum var tikin. Jarlurinn mannar seg triðju ferð; nú skal ikki dvína; tá fell Úlvur og Herningur við øllum dreingjum sínum. Kongurinn rópar í lyftingini: "Nú er tap í hendi; leypið í havið, mínir menn! her verður ei góður endi." Kongurinn leyp í havið út, garpar eftir fylgdu, kongsins bróðir síðstur var; teir gjørdu, sum kongurinn vildi. Eirikur fekk tá Orminn langa; eingin annar kundi, tók hann sjálvur róður í hond og stýrdi "Orm" frá sundi. | LA BALLATA DEL LUNGO SERPENTE Volete udire la mia canzone e credere alle sue parole sul re Olav Tryggvason, che è il suo argomento. La danza risuona nella sala, formate un cerchio! I norvegesi cavalcano allegri alla battaglia. Il re fa costruire una nave là sulla spiaggia piatta, il Lungo Serpente era la più grossa che mai fosse stata costruita in Norvegia. La nave fu costruita in Norvegia usando per lei del buon legno: la chiglia in mezzo alle prue era di settantaquattro cubiti. Entrambe le prue erano ricoperte d'oro, le travi erano azzurre, anche l'albero maestro in cima era d'oro e lo si sa bene dalle storie. Il re sta assiso sul trono e parla ai suoi uomini: “Dobbiamo navigare il mare salato, questo l'ho pensato da tanto.” “Portatr a bordo le armature con le corazze e le lucenti spade, poi salpate da terra e fate vela verso la Norvegia!” Allegri e lieti dissero gli uomini: “Signore, noi ti seguiremo, che tu vada in pace o in guerra noi non temiamo le altissime onde.” Scese un uomo giù dalla montagna con grossi archi nelle mani: “Il Signore di Ringaríki * mi fa venire con voi.” Allora il re prende la parola pieno di gioia e di piacere: “Dimmi dunque, giovanotto, com'è che ti chiami di nome?” “Einar devi chiamarmi, colui che sa tendere gli archi; il mio ardito arco si chiama "il Teso", le frecce son pronte al tiro.” “Ascolta dunque, giovanotto, vuoi venire con me? Diventerai il mio arciere e proteggerai il Lungo Serpente.” Insieme scendono alla spiaggia quei combattenti possenti e valorosi, gli alberi furono squassati e tremò la terra quando sollevarono la nave per portarla a riva. Le sistemaron la vela di seta e quindi salpò in mare: anche il re stesso stava al timone del Lungo Serpente. Nel paese si vociferava in lungo e in largo che i norvegesi erano in arrivo; il re di Danimarca e il re di Svezia si consigliarono assieme. Il re di Danimarca e il re di Svezia s'incontrano a consiglio su come mettere il re di Norvegia rapidamente all'angolo. Mandano un'ambasciata al conte Erik che proprio ben ci stava: “Dovrebbe venire con me per vendicarsi di suo padre morto.” Erik si unisce ai re con la corazza e lo scudo rosso: “Olav, il re di Norvegia, ha causato la morte di mio padre.” Il conte sta in piedi nella sala con una lucente spada nelle mani: “Il re Olav vedrà come rivolgo l'aguzzo contro l'aguzzo.” Così si recano alla spiaggia (bella era quella truppa!) il re di Danimarca e il re di Svezia, e il conte Erik era il terzo. Le loro tre flotte navigavano verso l'Øresund, Jarnbard navigava in testa, il conte stesso stava al timone. Il re di Danimarca prese la parola e quindi disse quanto segue: “Chi prenderà il Lungo Serpente potrà tenerlo per sé.” Erik pensa tra sé e sé: “Anche se ti piacerebbe provarci, il Lungo Serpente non lo prenderai soltanto con le forze danesi.” Disse allora il re di Svezia e accanto a sé teneva il pugnale: “Io prenderò il Lungo Serpente a costo della mia vita.” Erik sta sul largo ponte vestito di rosso scarlatto: “Tu non prenderai il Lungo Serpente, prima ti vedrò morire.” Erik dice ai suoi uomini: “Incontrerete dei guerrieri; siate valorosi e decisi ché per il cammino scorrerà il sangue. I norvegesi sulla nave reale sanno affilare bene i pugnali: precedeteli nella dura battaglia, altrimenti morirete.” Erik dice a Finn il Piccolo: “Tu starai accanto a me; tu dovrai proteggermi se mi troverò in pericolo.” Allora si piazzarono nell'Øresund e là attesero a lungo, smaniavano che arrivasse la nave norvegese per combattere contro il re di Norvegia. Allora si piazzarono nell'Øresund e fecero piani di vittoria, fecero la guardia giorno e notte, volevano trovare i norvegesi. Ora la canzone deve finire, non canterò più; ora comincia un'altra parte, gente, fate attenzione. Olav naviga sul Mar Baltico, intende tornare a casa; quando arriva nell'Øresund vede l'armata navale. I tre comandanti stanno a terra e guardano fissi lontano, a sud vedono la splendida nave che scivola sul mare. Il re di Danimarca prende la parola: “Possa andarm tutto bene; Gesù benedica i miei occhi, ora vedo il Lungo Serpente.” Erik sta lì vicino e dice ai suoi uomini: “Il re di Danimarca non vede ancora il Lungo Serpente.” Apparve allora una nave più grossa, i combattenti erano sbalorditi, il re di Svezia disse al conte: “Ora lo vedo bene il Lungo Serpente. Ora salpate con le navi, prendete i remi in mano, non fate scappare Olav, dovrà avere il fatto suo!” Erik osserva il mare e dice ai suoi uomini: “Lo giuro quant'è vero Iddio, ancora non vedono il Lungo Serpente.” Il re di Danimarca e il re di Svezia hanno rossi pugnali in mani: “Il conte Erik è ansioso di vendicare la morte di suo padre.” Il conte allora divenne cattivo e disse con malevolenza: “Che altro se non il tradimento dovranno avere i norvegesi?” Erik sta su un verde prato e ora comincia a andare: “Voi sul ponte, fate presto, ora vedo il Lungo Serpente!” Tutti videro arrivare il Lungo Serpente, tutti erano esterrefatti: le vele erano fatte di seta e le prue erano d'oro. Continuarono ad avanzare con le spade e con le lance, i norvegesi videro il Lungo Serpente e si chiesero se opporre resistenza. Olaf dice ai suoi uomini: “Venderò cara la pelle, mai ho temuto la battaglia e oggi certo non fuggirò.” “Preparate la nave per la battaglia e sotto con le vele, si dovrà vedere come i norvegesi sono abili di spada.” Ulv il Rosso stava sul cassero, aveva sempre fuortuna: “Non sopravanzatelo troppo, il Lungo Serpente è troppo lungo.” Il re sul ponte di coperta era tutto vestito di scarlatto: “Ora vedo che il mio nocchiero, è rosso di paura.” ** “Mio re, non mi hai mai visto così impaurito, io ho sempre avuto coraggio in battaglia. Solo passa tu sul ponte di coperta mentre io difenderò le prue.” Olav sta sul ponte e dice ai suoi uomini: “Di chi sono queste tante navi? Io proprio non le conosco.” Rispose Torkil, fratello del re, e disse quanto segue: “Il re di Danimarca e il re di Svezia ti vogliono vedere morto.” “I danesi hanno paura di andar contro i norvegesi, meglio se se ne fossero restati a casa a dar la caccia agli uccelli. E gli svedesi sanno meglio maneggiare i calici nei brindisi che avvicinarsi a noi così tanto da dover sguainare la spada sanguinosa.” Olav andò sul ponte di coperta e si chiese ancora una volta: “Ma di chi sono queste grosse navi qui a babordo del Lungo Serpente?” Rispose Herning, suocero del re, e disse quanto segue: “Sono di Erik Håkonsson, il più valoroso di tutti.” Allora Olav disse ciò che tutti sanno per esperienza: “Il gioco di Hilde *** si fa duro se si battono norvegesi uno contro l'altro.” Il re di Svezia si batté con Olav per una mattinata intera, sembrava d'essere in mezzo al fuoco, le navi si spezzavano insieme. I norvegesi tagliavan teste e infilzavano con le spade e con le lance, gli svedesi cadevano così veloce come erba soffiata via da sopra i sassi. Il re di Svezia grida a voce altissima, invocano una via di fuga: “Ho perso i più dei miei, vederlo mi rende triste.” Il re di Danimarca andava avanti, lui voleva vincere, ma i norvegesi resistevano e assottigliavano i danesi. Saliva fumo fino al cielo, l'Øresund ti tinse di rosso ed era chiaro che i Danesi dovevano darsi alla fuga. Erik va verso il Lungo Serpente con la spada scintillante in mano: “Olav non dovrà menar vanto che io sia rapidamente scappato.” Navi ammassate l'una sull'altra, nessuno voleva scappare: teste e corpi cadevano in mare, era orribile da vedere. Einar stava davanti al ponte con l'arco che chiamano "il Teso"; **** ad ogni freccia che scoccava un uomo cadeva giù. Einar tende "il Teso", la freccia si tende nella corda, la freccia vola sulla testa del conte, e spacca in due il timone. Einar tende ancora l'arco, ora voleva abbattere il conte, la freccia gli volò tra il braccio e il fianco ma il conte non lo colpì. Erik disse a Finn il Piccolo: “Ti devo chiedere ancora una cosa, chi è quello che con tiri ben mirati ha provato a colpirmi?” Disse allora Finn il Piccolo, e aveva le mani piene di sangue: “È quell'uomo grosso che sta davanti al ponte.” Il conte disse ancora: “Allora ti consiglio questo: abbatti quell'uomo grosso, sennò la mia vita è in pericolo.” “Con quello non ci posso far nulla perché non è predestinato; cercherò di fermargli la corda dell'arco poiché quell'uomo ha la fortuna dalla sua.” Einar tese l'arco per la terza volta, ora voleva colpire il conte; ma la corda si spezzò con violenza d'acciaio, l'arco era partito. Tutti sentirono spezzarsi la corda, il re assai se ne meravigliò: “Ma che succede sulla mia nave, che è questo rombo di tuono?” Rispose allora Einar Tambarskelv ***** gettando via l'arco: “Ora la Norvegia è persa per te, o re, mio signore!” “Il regno sta nelle mani del re e non in un arco magicamente teso; prenditi uno dei miei archi e guarda come tiran bene.” “Deboli sono gli archi del re”, Einar preferì non dire niente. “Prenderò lo scudo e la spada, di colpi non ne risparmierò certo.” Glo uomini stavano su entrambe le prue, lo ricorderò brevemente: sulla nave la situazione era brutta perché gli uomini diminuivano. Erik saltò a bordo del Lungo Serpente con la spada nella mano. Herning dal ponte di coperta gli venne incontro per battersi. Si combatté in mezzo alla nave e devo raccontarlo. Il conte dovette indietreggiare sul ponte di Jarnbard Il conte si era scelto forti combattenti, di simili se ne trovan pochi; saltò velocemente sul Lungo Serpente, e allora Herning dovette allontanarsi. Ulv il Rosso salta dal cassero, ora è solo vicino alla prua; scorse tanto sangue sul Lungo Serpente che la nave ora sembrava rossa. Dura era la lotta sulla nave, le spade cozzano sugli scudi; Ulv e Einar, valorosi combattenti, abbattono i guerrieri di Erik. Ancora una volta Erik aveva raggiunto il ponte di coperta e là vide che la prua del Lungo Serpente era presa. Il conte si alzò per la terza volta: “Io non mi arrenderò ora”. E allora caddero Ulv e Herning con tutti i loro uomini. Il re gridò da poppa: “Ora la sconfitta è chiara! Tuffatevi in mare, miei uomini o si farà una brutta fine.” Il re si tuffò in mare, i guerrieri lo seguirono; l'ultimo fu il fratello del re, fecero come lui aveva ordinato. Erik ebbe il Lungo Serpente, nessun altro avrebbe potuto. Si mise lui stesso al timone e lo portò fuori dall'Øresund. |
[*] Ringaríki significa, alla lettera, “Regno degli Anelli” e la cosa non può non colpire: qui si potrebbe tradurre tranquillamente “Signore degli Anelli”. Non può essere escluso che JRR Tolkien, filologo germanico di vaglia, conoscesse questa ballata (ma l'anello è comunque un τόπος tra i principali nell'epica germanica).
[**] Nel testo originale c'è un'intraducibile assonanza tra reyður “rosso” (l'appellativo di Ulv) e ræddur “spaventato, impaurito” (nonostante la grafia, le due parole si pronunciano quasi allo stesso modo). Nella traduzione abbiamo cercato di rendere la cosa alla bell'e meglio.
[***] Metafora per “guerra”. Il norreno hildr (islandese e faroese: hildur) significa di per sé “battaglia, guerra” (si veda anche Hildarting "cosa di guerra", "res bellica" nel ritornello), ma è sin da tempi antichi divenuto un comune nome femminile.
[****] Ovviamente l'arco magico di Einar ha un nome, come ogni arma. Qui si tratta di un nome assolutamente descrittivo: Tambarbogi significa, alla lettera, “arco teso” (tamb “tensione dell'arco, corda tesa dell'arco”).
[*****] L'appellativo qui usato per Einar significa “che trema nel tendere l'arco” (da skelva “tremare, tremolare”).