Lingua   

Arbeiðskvinnan

Steintór Rasmussen
Lingua: Faroese


Steintór Rasmussen


Eg eri móð, troytt og svong,
havi arbeitt allan dagin
á flakavirki sum so mong
og pening fingið ístaðin.

Tjeni pening í hópatali,
tí eg arbeiði hart hvønn dag,
men alt hetta, sum eg hvønn mánað betali,
ger, at mappan er tóm við sama lag.

Eg veit væl, at summi liva lætt,
hava góða løn og lítlan skatt,
tey siga, tað ikki sømir seg,
at tú gongur runt og gremur teg

Vit hava til mjólk og breyð,
men børnini krevja meira,
og hugtungt tað er at slíta seg upp,
og sjálv aldri eiga eitt oyra.

Eg kenni meg gamla og brúkta
eftir ein langan dag,
men eg royni at hanga í
og fari hvønn morgun avstað.

Eg veit væl, at summi liva lætt,
hava góða løn og lítlan skatt,
tey siga, tað ikki sømir seg,
at tú gongur runt og gremur teg

Spell at alt í hesi verð
skal snúgva seg um pengar,
men vísur so sum henda her,
tær munnu vera so mangar.



Pagina principale CCG

Segnalate eventuali errori nei testi o nei commenti a antiwarsongs@gmail.com




hosted by inventati.org