Lingua   

Zelot

Frændur
Lingua: Faroese


Frændur


Tit søgdu nei til trælahald,
nei til rómverskt vald,
talan var greið til ta kúgaðu fjøld
sum fjøtrað av rómverjum var,
tá Pilatus alt vald hevði har.

Palestina tit vildu hava frælst
og hóast leinkjan tó aldri brast,
so var tað eitt kærleiks- og frælsisboð
sum í uppreistri tykkara lá,
og øllum kúgaðum hvílur á.

Men nú stendur kærleiksboðið veikt,
frælsið lýsur bleikt,
tí tíðirnar broyttust og hvør segði nei,
tá atomøldin reisti seg
og við vápnum slóðaði veg.

So hvat vilja profetarnir í dag,
sum tigandi hava sæð
seg sjálvar alt meira fløktar inní,
eina yvirvápnaða verð
har Mammon gudurin er.



Pagina principale CCG

Segnalate eventuali errori nei testi o nei commenti a antiwarsongs@gmail.com




hosted by inventati.org